Magnus Dam er settur sum nýggjur kringvarpsstjóri í Kringvarpi Føroya. Hann tekur við starvinum tann 1. mai og skal røkja eitt áramálssett starv í fimm ár.
Magnus Dam hevur eina fjølbroytta bakgrund við útbúgving sum journalistur frá Danmarks Journalisthøjskole og sum løgfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn.
Við drúgvum royndum innan bæði leiðslu og fjølmiðlar fer Magnus Dam undir hetta starvið við stórum eldhuga. Hann hevur verið deildarleiðari á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu síðani 2018 og hevur har fingið góðar leiðsluroyndir, sum hann ætlar at taka við sær í nýggja starvið. Frammanundan hevur hann eisini starvast sum journalistur á Sosialinum og í Kringvarpinum fram til 2006.
Magnus Dam er sonur fyrrverandi løgmanna, Atla Dam.
Katrin Petersen, sum hevur verið virkandi stjóri síðani desember í fjør, fer nú aftur í starvið sum deildarleiðari fyri Aktuelt.
Mynd: Kringvarp Føroya