Tørvur er á at endurskoða skipanir, sum makrelstuðul til heimaflotan, sjómannafrádráttin, fiskavirkisskipanina og minstuløn. Tað sigur Búskaparráðið í Várfrágreiðingini 2025.
Búskaparráðið ávarar eisini um, at framtíðar útreiðslur kunnu koma at vaksa skjótari enn inntøkurnar, um ikki stórar bygnaðarligar broytingar verða framdar. Hetta kann seta vælferðina, sum vit kenna hana í dag, í vanda.
Eisini vísir Búskaparráðið á, at fleiri av hesum skipanum eru forðingar fyri neyðugum tillagingum í vinnuni og at tær ikki gagna búskapinum.
Makrelstuðul til heimaflotan, og minstaløn fyri heimaflotan eins og Fiskavirkisskipanin eru millum dømini, sum forða fyri burðardyggari menning. Hóast nøkur stig eru tikin av landsstýrinum, eitt nú lækka uttanlandsfrádráttin og broyta pensjónsskipanina fyri samlivandi pensjónistar, mælir búskaparráðið til størri átøk fyri at tryggja haldførið.
Um politisku myndugleikarnir ikki taka neyðugu avgerðirnar, ávarar Búskaparráðið um, at tað kann enda við, at kreditorar gera tað fyri teir, líkasum tað hendi undir kreppuni fyrst í nítiárunum.