Manchester City hevur gjørt nýggjan sáttmála við norska stjørnuáleyparan, Erling Haaland. Sáttmálin er galdandi fyri heili níggju og eitt hálvt ár, og gongur út í 2034.
Sambært The Athletics verður nýggi sáttmálin mettur at vera ein av teimum mest lønandi í ítróttasøguni og vísir, hvussu týdningarmikil Erling Haaland er fyri felagið.
Síðan Erling Haaland kom frá Borussia Dortmund í 2022, hevur hann skotið 111 mál í 126 dystum fyri Manchester City. Hann hevur verið ein týðandi leikari hjá felagnum, sum við Erling Haaland á liðnum hevur vunnið tvey ensk meistaraheiti, eina FA-steypakapping, Champions League og Super Cup.
Hóast nógv søgur hava gingið um, at Erling Haaland møguliga fer til Real Madrid, hevur hann valt at verða verandi í Manchester City.