Maskinmeistarafelagið og Reiðarafelagið fyri handilsskip tvey ára sáttmála

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri pørtunum í nátt klokkan eitt.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32 prosent fyrsta árið og 3,87 prosent annað árið.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

Harvið eru samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og tey trý manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fyri handilsskip, komnar á mál.