Misti koyrikortið eftir skilaleysa koyring í Eysturoyartunlinum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Í gjárkvøldið yvirhálaði ein bilførari skilaleyst í Eysturoyartunlinum og varð tikin fyri at koyra 175 km/t.

Løgreglan fekk fráboðan um bilføraran og var á staðnum, tá ið bilførarin seinni aftur koyrdi gjøgnum tunnilin. Hann varð máldur at koyra 175 km/t, og koyrikortið varð tikið á staðnum. Bilførarin noyddist at seta bilin frá sær, tí hann fekk ikki loyvi at koyra víðari.

Løgreglan steðgaði eisini trimum øðrum bilførarum fyri at koyra ov skjótt.

Tveir bilførarar koyrdu beint undir 80 km/t í bygdum øki, annar á Sandi og hin á Glyvursvegi á Argjum. Hesir fingu klipp í koyrikortið og bót.

Ein bilførari koyrdi 113 km/t uttan fyri bygt øki í Runavík. Hann fekk klipp í koyrikortið og eina bót. Hann slapp undan treytaðari frádøming, tí løgreglan trekkir 3 prosent av mátingini.