,

Mjølnir er steypavinnari hjá kvinnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Bónuskappingin – finala, kvinnur:
Fleyr – Mjølnir 1-3 (20-25, 25-23, 16-25, 22-25)

Fyri fyrstu ferð síðan 2014 er Mjølnir aftur steypavinnari hjá kvinnum. Ta ferðina vann Mjølnir við 3-0 sigri á Fleyr sítt fjórða steypaheiti á rað, men síðan skuldu ganga 11 ár, til tað endiliga eydnaðist aftur. Samstundis varð hetta triðja tapta steypafinalan á rað hjá Fleyr, sum var í finaluni fjórða árið á rað.

Mjølnir legði betur fyri og legði seg á odda 7-2 í fyrsta setti, har Fleyr hevði havt trupulleikar við móttøkuni, og Mjølnir hevði trý serviess. Men eftir einfaldar feilir í opna spælinum hjá Mjølni minkaði Fleyr um munin til 7-8. Mjølnir svaraði tó aftur og fór framum 16-10, men Fleyr kom afturíaftur og fór framum 19-18 og 20-19. – Men so steðgaði upp hjá Fleyr, og Mjølnir vann tað sum eftir var og settið 25-20 við serviessi frá Sirið Hanusardóttir Samson.

Fleyr javnaði til 1-1 í settum, eftir at hava verið aftanfyri 11-15, men javnaði til 18-18 og fór framum 21-18. Við serviessi frá Annu Sáru Leifsdóttir Skaale, sum fyrr í dystinum var kom inn frá bonkinum at venda gongdini, vann Fleyr settið 25-23.

Í triðja setti var Fleyr púra fyri ongum. Eftir at hava verið á odda 5-4, vann Mjølnir 12 av næstu 13 stigunum og legði seg á odda 16-6, áðrenn settið varð vunnið 25-16.

Við knívinum á barkanum legði Fleyr seg á odda 6-2 í fjórða setti, men við seks stigum á rað fór Mjølnir framum 8-6. Síðan gekk javnt á og liðini skiftust um at vera á odda: Fleyr 14-11, so Mjølnir 18-16 áðrenn javnleik 20-20. Mjølnir var hvasari ímóti endanum, og við lobbi frá Sirið Hanusardóttir Samson gjørdist støðan 23-21, áðrenn sama Sirið við serviessi syrgdi fyri dystarbólti til Mjølnir. Fleyr hóraði undan í fyrstu atløgu, men smassjið frá Nicolu Toftegaard tók í blokkin, og so fekk Fleyr ikki bilbugt við bóltinum – og so hevði Mjølnir vunnið 25-22 var steypavinnari 2025!

Við sigrinum hevur Mjølnir nú vunnið steypakappingina átta ferðir, sum er met, sum Mjølnir tó eisini átti áðrenn. Næst á listanum er SÍ við seks steypasigrum og síðan TB við fimm. Fleyr og Dráttur hava vunnið hvør sínar tríggjar finalur og ÍF eina.