Mjølnir føroyameistari eftir sera spennandi finalu

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Polestar menn
SÍ – Mjølnir 2-3 (25-22, 30-28, 19-25, 17-19)

Mjølnir er føroyameistar í mansflogbólti eftir eina framúr góða og spennandi triðju finalu. SÍ vann fyrst tvey sett, áðrenn Mjølnir svaraði aftur og javnaði til 2-2.

Í javnbrótarasettinum førdi Mjølnir 8-13, men SÍ noktaði at leggja seg og javnaði til 13-13. Sørvingar høvdu eisini tveir meistarabóltar við støðuna 15-14 og 16-15. Men tað var Mjølnir sum at enda vann 17-19, og meistaraheitið verður verandi í Klaksvík sjeynda árið á tað


Liðini høvdu vunnu hvør sína finalu, áðrenn hesa seinastu og avgerandi finaluni í mansflogbólti í høllini í Giljanesi.

Fyrsta sett førdi SÍ alla tíðina, men móti endanum minkaði Mjølnir fleiri ferðir niður í eitt stig, seinast, tá ið støðan var 23-22. Endan var tó at SÍ vann 25-22.

Í øðrum setti sá gott út hjá Mjølni, tá ið støðan var 19-22, men sum fleiri onnur sett í finaludystunum, so kláraði Mjølnir ikki at halda eina rímiliga greiða leiðslu, og SÍ kom upp á 22-22. So skiftust liðini um at vinna bóltarnar heilt til SÍ vann 30-28.

Triðja sett vann Mjølnir greitt. Teir komu fram um beinanvegin og hildu seg framman fyri alla tíðina við nøkrum stigum. Tá ið Mjølnir kom fram um 11-16, var settið í roynd og veru avgjørt, og teir vunnu eisini settið 19-25.

Í fjórða settið byrjaði SÍ betri og førdi 11-8, áðrenn Mjølnir vann átta dystir á rað og førdi 11-16. Nú vaknaði SÍ aftur og spakuliga minkaði munurin niður til 19-21, og so tók Mjølnir leikbrá. Eftir tað skiftust liðini um at vinna nøkur stig, áðrenn Mjølnir fekk skil á aftur og vann settið 20-25.

Í avgerandi javnbrótaranum kom Mjølnir beinanvegin fram um 0-5, og teir hildu seg framman fyri fram til 8-13. So svarði SÍ aftur og javnaði til 13-13, og so spældu liðini til Mjølnir vann 17-19, og vann meistaraheitið seynda árið á rað.

(Skermmynd R1 á Televarpinum)