Bónuskappingin kvinnur
KÍF-Mjølnir 0-3 (16-25, 17-25, 22-25)
KÍF vann sín bólk í Bónuskappingini og skuldi tí leika ímóti nr. tvey í hinum bólkinum, Mjølnir. Lagt var upp til spennandi dyst. KÍF bleiv tó nakað skert miðskeiðis í fyrsta settinum, tá Milja Silvansdóttir meiddi sær økslina og mátti av vøllium. Dysturin bleiv ongangíð spennandi, tí Mjølnir var munandi betri enn KÍF á degnum.
KÍF kom angantíð fyri seg í fyrsta settið, sum Mjølnir vann greitt, 16-25.
Í øðrum settið fekk KÍF eina góða byrjan, soleiðis at venjarin hjá Mjølnir, Boban Ilic, mátti biðja um leikbrá við støðuna 7-3 til KÍF. Hetta sá í fyrstu atløgu ikki út til at hjálpa, tí Daria Burrows og Elsa Samuelsen hjá KÍF hildu áfram at sláa bóltar í Mjølnir gólvið, men spakuliga hálaði Mjølnir seg inn á KÍF, soleiðis at Arthur Djurhuus mátti biðja um leikfrá fyri KÍF við støðuna 13-11. Við nøkrum góðum servum frá Nicolu Toftegaard, fekk Mjølnir KÍF aftur við støðuna 14-14. Mjølnir helt áfram og við støðuni 16-19, mátti Arthur aftur biðja um leikbrá, men lítið hjálpti, tí Mjølnir vann settið 17-25
Triðja sett byrjaði nakað sum annað sett og við støðuna 4-7 tók Mjølnir leikbrá. Hetta gav úrslit, tí Mjølnir fekk KÍF aftur við støðuna 8-8. Men KÍF fótaði sær og kom framum aftur 13-10. Dystur bylgjaði aftur og fram og við støðuna 14-15, máttir KÍF taka leikbrá. Liðini fylgdust síðani 16-16, 17-17, men so dróg Mjølnir frá og legði seg á odda 17-22. KÍF megnaði at svara eitt sindir aftur, men Mjølnir helt stand og vann settið 22-25 og harvið dystin og plássið í finaluni í Bónuskappingini. Í finaluni skulu tær leika ímóti Fleyr, sum vann teirra hálvfinalu á SÍ.