Í dag 25. mars er móðurmállsdagur. 25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs, sum saman við øðrum gjørdi føroyska skriftmálið.
Undir heitinum, Tað viti vitlíki, verður móðurmálsdagurin hátíðarhildin í Smæruni í Havn í kvøld klokkan 19.00.
Á skránni verða røður, tónleikur, stuttir fyrilestrar og nýggja búmerki hjá áhugafelagnum Føroyamálið verður avdúkað. Deyvatulkar vera við.
Føroyamál skipar fyri móðurmálsdegnum saman við Vencli, Bókadeild Føroya Lærarafelags, Námi, átakinum Føroyar lesa, Sprotanum og Málráðinum.
Skrá
- 19.00 Vælkomin
- 19.10 Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, setir tiltakið
- 19.20 Kári P syngur
- 19.30 Føroyamál avdúkar búmerkið
- 19.40 SignWiki Føroyar Edny Poulsen og Eyðgunn Hansen
- 19.50 Kaffisteðgur
- 20.15 Vencil – ikki vitlíki Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð
- 20.25 Vitlíki og føroyskt: varðveitsla, varðar og vegamót Iben Nyholm Debess
- 20.35 Hvussu kann vitlíki verða til gagns fyri føroyska málið? Tóri Slættalíð
- 20.45 Føroyamál tekur saman um