Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen, hevur svarað upp á fyrispurning um tannrøkt og tannviðgerð til eldri borgarar og avlamin, sum Magna Elianu Mørkøre, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin setti.
Ein arbeiðsbólkur er settur at kanna tørvin hjá børnum og ungum við serligum sjúkueyðkennum ella tannsjúkum og at koma við tilmælum. Hetta arbeiðið er seinkað, men væntast at vera liðugt fyri summarfrítíðina. Tá ið tað arbeiði er liðugt, er Súsanna Bertholdsen sinnað at hyggja eftir øðrum persónsbólkum millum annað eldri og avlamnum.
Landsstýriskvinnan upplýsir, at eldri og avlamin fáa longu í dag ávísar viðgerðir á Landssjúkrahúsinum, har 242 viðgerðir og kanningar eru framdar í 2024 og 2025.
Tó er tørvur á nærri kanningum av hesum bólki. Landsstýriskvinnan leggur dent á týdningin at fáa eina greiða mynd av tørvinum og at víðka tilboðið um tannrøkt til gomul og avlamin, um hetta vísir seg at vera neyðugt.
Eisini verður hugt at royndum og lóggávu í øðrum londum, sum kann nýtast sum íblástur í Føroyum.