Nær verður betri busssamband gjøgnum Eysturoyartunnilin?

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Nær kann væntast at túratalið hjá leið 401 úr Klaksvík til Havnar verður økt, so koyrt verður oftari gjøgnum Eysturoyartunnilin?

Tað spyr Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, í skrivligum fyrispurningi til Jóhan Christiansen, landsstýrismann í fiskivinnu- og samferðslumálum.

Eyðgunn Samuelsen leggur dent á, at tað er ein stórur trupulleiki fyri fólk í Norðoyggjum og Eysturoy at fáa samband til Havnar gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá ið túratalið er avmarkað. Gamla rutan, sum verður røkt av leið 400, tekur alt ov langa tíð, og tí verða nógvar avbjóðingar fyri tey, sum skulu til arbeiðis ella í skúla.

Samstundis kom fram í sendingini Breddin í vikuni, at manglandi busssamband hevur stóran fíggjarligan ávirkan á lesandi. Helmingurin av lesandi á Setrinum eru av bygd, og ein stórur partur brúkar bil heldur enn buss. Hetta er dýrari og tung fíggjarligu byrðuna hjá teimum, sum búgva úti um landið.

Landsstýrismaðurin hevur áður upplýst, at ein nýggj planleggingarskipan skal gera tað lættari at tillaga og broyta ferðaætlanir, og henda skipan verður klár at taka í nýtslu tíðliga í 2025. Harumframt hevur landsstýrismaðurin sagt, at ætlanir eru um tillagingar á leið 401 millum Tórshavn og Klaksvík, sum eisini kunnu føra við sær broytingar á leið 400.

Við spurninginum vil Eyðgunn Samuelsen hava greiðu á, nær hesar tillagingar verða framdar, og um leið 401 kann væntast at koyra oftari gjøgnum Eysturoyartunnilin.