Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur svarað løgtingskvinnuni Annika Olsen úr Tjóðveldi um støðuna viðvíkjandi tilbúgvingini í føroysku tunlunum.
Bjarni K. Petersen sigur, at tilbúgvingin var nøktandi, tá ið tunlarnir vórðu bygdir, men krøvini til tilbúgving eru økt munandi gjøgnum árini.
Nógvir tunlar eru ikki dagførdir samsvarandi nýggju krøvunum, og í onkrum førum hava tilbúgvingarskipanir verið óvirknar í langa tíð. Hetta er ikki nøktandi, staðfestir landsstýrismaðurin.
Í tilbúgvingarlógini stendur, at allir partar hava skyldu at samstarva. Hetta merkir, at tunnilsfeløgini, landið og kommunurnar hava ábyrgdina av at reka og fíggja eina nøktandi tilbúgving á egnum øki.
Bjarni K. Petersen sigur, at hann hevur vegleitt pørtunum um omanfyrinevnda ábyrgdarbýti og eggjað til samstarv, so tunlarnir eru í nøktandi standi, tá ferðsluóhapp henda í tunlunum.
Tað eru omanfyrinevndu partar, sum hava fremstu ábyrgdina av at arbeiða fyri einum samlaðum tilbúgvingarleisti fyri allar tunlar og undirsjóvartunlar í Føroyum.