Norðoya Sparikassi avlop á 47,9 milliónir

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Norðoya Sparikassi hevði eitt avlop upp á 47,9 milliónir krónur eftir skatt í 2024. Hetta er ein framgongd samanborið við 38,7 milliónir krónur í 2023.

Sambært sparikassanum stavar framgongdin frá lægri niðurskrivingum og hægri rentuinntøkum, og sparikassin er væl nøgdur við ársúrslitið.

Útlánini hjá Norðoya Sparikassa hækkaðu við 66 milliónum krónum, sum svarar til 3 prosent, og lógu í alt á 2.248 milliónum krónum. Innlánini vuksu við 4,7 proesen, ella 122 milliónir krónur, og vóru samanlagt 2.729 milliónir krónur.

Grundraksturin er eisini styrktur. Í 2024 var grundraksturin 55,5 milliónir krónur samanborið við 52,1 milliónir krónur árið fyri – ein vøkstur upp á 6,5 prosent. Harumframt er sparikassin í góðum fíggjarstøði við einum gjaldførislykiltali á 419 prosent, væl yvir lógarkravda minstamarkið á 100 prosent.

Árligi umboðsráðsfundur sparikassans verður hildin 3. apríl 2025. Sparikassin mælir til at renta ábyrgdarpeningin við 6 prosent í 2024 og at halda ein rentustøði á 5 % fyri 2025.