Mikukvøldið varð fyrsta umfarið í Betrideildini hjá kvinnum leikt.
Føroyameistararnir NSÍ fingu eina rimmar byrjan upp á landskappinga, tá ið tær vunnu ein sannførandi 18-0 sigur á FC Hoyvík. Heidi Sevdal, sum var toppskjútti í fjør, skoraði fýra mál í dystinum og hevur longu lagt seg á odda í kappingini um at vera toppskjútti.
KÍ hevði eisini eina góða byrjan, tá tær vunnu greiðan 5-1 sigur á Víkingi. Í Havn vann HB grannauppgerðina móti B36 við úrslitinum 3-1, og 07 Vestur tryggjaði sær ein óvæntaðan 2-0 sigur á Skála.
Komandi sunnudag eru fleiri spennandi dystir á skránni, har millum annað NSÍ fær vitjan av HB, og KÍ spælir móti B36 í Havn.
Úrslit
- FC- Hoyvík – NSÍ 0-18
- HB- B36 3-1
- 07 Vestur – Skála 2-0
- KÍ – Víkingur 5-1
Dystir sunnudagin
- Víkingur -07 Vestur
- B36-KÍ
- NSÍ-HB
- FC Hoyvík-Skála ÍF