Mánamorgunin klokkan 8.30 hevur fíggjarnevndin hjá Løgtinginum fund.
Eitt høvuðsmál á dagsskránni er uppskotið um Suðuroyartunnil. Fíggjarnevndin hevur boðsent løgmanni og Suðuroyartunlinum at koma á fundin.
Málið hevur annars verið ovast á skránni hesar seinastu dagnar millum tingfólk – bæði úr andstøðuni, men eisini úr samgonguni. Kjakið gongur í mestan mun uppá linjuføringina á Sandoynni.
Fleiri tingfólk mæla til, at privata uppskotið um linjiføring verður kannað nærri fyri at vita um tað er ein gongd leið. Hesi halda eisini, at tað er vert at brúka nakrar mánaðir til hesarkanningar, fyri at tryggja at rætta linjiføringin verður vald.
Framsókn hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at Suðuroyartunnilin hongur saman við hækkingini av pensjónsaldrinum, men sum vit skilja tað, verður hetta neyvan eitt problem.
Endin kann tó gerast – verða uppskotini ikki samtykt nú – at tey mugu bíða til eina endaliga avgerð í ólavsøkutingsetuni.