Vestmanna kommuna hevur einmælt samtykt at gera rundkoyring á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur í býlingingum Miðalsbrekkur ovarlaga í Vestmanna.
Endamálið við rundkoyringini er at bøta um ferðslutrygdina á vegamótinum, har tríggir vegir koma saman.
Vestmanna kommuna skrivar, at tað kemur javnan fyri, at fólk ivast, hvør skal koyra. Í fjør var ein roynd gjørd at seta fult stopp á fyri omankoyrandi bilum, men tað hevur víst seg ikki at vera ein nóg góð loysn.
Tá ið rundkoyringin verður gjørd, verður samsvarandi strikað upp av nýggjum.
Frammanundan er ein rundkoyring í bygdini. Hon er á Grótbrúgv.
Ferðslutrygd hevur seinastu árini verið ovarliga á breddanum í Vestmanna kommunu, sum saman við ferðsluráðgeva og løgregluni hevur arbeitt við eini ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Sum liður í hesum verður rundkoyring gjørd á vegamótinum Hornavegur-Fjalsvegur.
Mynd ovast: Google Street View

————-