Nýggj tingkvinna spyr um skjóttgangandi bátar og sjófugl

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Jórun Pólsdóttir, tingkvinna fyri Miðflokkin, spyr landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Margit Stórá, um avbjóðingar við skjóttgangandi bátum og teirra árin á viðbreknar sjófuglastovnar.

Jórun Pólsdóttir spyr um ætlanir eru um at regulera ferðslu á sjónum, so hon ikki órógvar sjófuglar í bútíðini, og um møguleiki er at áseta hámarksferð í serstøkum økjum ella í ávísari frástøðu frá landi.

Í viðmerkingunum sigur Jórun Pólsdóttir, at ferðavinnan í stóran mun byggir á føroysku náttúruna. Men sjófuglastovnarnir, sum eru týdningarmikil fyri náttúrusøluvøruna, hava verið í støðugari minking.

Til dømis er lomvigastovnurin minkaður 74 prosent síðan 1973, og frá 2009 til 2023 er hann minkaður við 42 prosentum. Aðrir stovnar, so sum lundi og rita, hava somuleiðis upplivað niðurgongd. Alt bendir á at mannaskapt virksemi er orsøkin til minkingina, og tí er tað neyðugt, at ferðavinnan verður skipað soleiðis, at hon ikki gerst ein eyka byrða fyri fuglastovnarnar.

Eitt ávíst trýst kemur frá skjótgangandi bátum, sum órógva bæði fuglabjørg og fugl. Í Hestfirði, sum er eitt týdningarmikið veiðipláss, hava skjóttgangandi bátar við ferðafólki gjør, at lundar gerast skakkir og missa føðina , ið er ætlaður ungunum. Tað kann ávirka fuglin í einari viðbreknari tíð.