Nýggja ára gomul børn kunnu ikki giftast í Føroyum. Tað staðfestir Familjufyrisitingin í tíðindaskrivi, eftir at Kvinnufelagið í Havn vísti á hetta í einum lesarabrævi.
Meginreglan fyri hjúnaband í Føroyum er, at báðir partar skulu vera fyltir 18 ár. Tó er møguligt at søkja um undantaksloyvi frá Familjufyrisitingini, men persónar undir 15 ár kunnu ongantíð giftast, tí hetta stríðir móti kynsliga lágaldurin, sum er ásett til 15 ár í Føroyum.
Persónar fyltir 16 ella 17 ár kunnu giftast við undantaksloyvi, treytað av samtykki frá foreldrum, at partarnir hava støðugar persónligar umstøður, og at teirra fíggjarligu viðurskifti eru nøktandi. Í serstøkum føri kann undantaksloyvi eisini verða givið 15 ára gomlum, um kvinnan er við barn ella eigur eitt barn.
Grundreglan ordre public tryggjar eisini, at útlendsk hjúnabond við persónum yngri enn 15 ár ikki verða viðurkend í Føroyum, tí hetta stríðir móti føroyskum lógum.
Familjufyrisitingin upplýsir, at síðan 2018 er ongin umsókn um undantaksloyvi fingið
Mynd: StockSnap