Leygardagin læt Navia nýggjan handil upp í gamla handilsbygningin hjá Andreasi í Vágsbotni. Fleiri spent fólk vóru komin saman til móttøkuna, har Elsa Berg, borgarstjóri, segði seg ikki ivist í, at nýggi handilin verður eitt gott íkast fyri miðbýin.
Handilin, sum liggur mitt í Vágsbotni, hevur varðveitt gomlu eyðkennini sum reyða litin og hvítu vindeyguni. Elsa Berg tók eisini fram, at Navia, undir leiðslu av Óla Kristiani, hevur arbeitt í fleiri ættarlið við at nýmótansgera føroysku rávøruna. Hon legði afturat: – Nú fara vit aftur at síggja ullintar vørur, útiklæðir og hvítbotnaðar gummiskógvar í vindeygunum.”
Við hesum nýggja handlinum heldur Navia fram við sínum arbeiði at endurskapa og menna føroyskar rávørur, bæði til føroyingar og útlendingar.