Eysturkommuna hevur sett Jón Eliassen úr Leirvík sum tónlistaskúlaleiðara í kommununi.
Í løtuni ganga áleið 80 næmingar í tónlistaskúlanum, sum er staðsettur bæði í Leirvík og við Gøtugjógv.
Útyvir at reka tónlistaskúlan fær Jón til uppgávu at gera virksemi tónlistaskúlans enn meira sjónligt í mentanarlívinum og at lata tað í enn størri mun mynda umhvørvið kring skúlan í Eysturkommunu.
Jón er kandidatur í tónleikavísindi og enskum frá Københavns Universitet og er eitt kent andlit í kommununi. Hann leiðir kórið Eystanljóð, er organistur í Leirvíkar kirkju og framførir egnan tónleik.