Avkastið av fíggjarognum landskassans í 2024 var gott, 283 milliónir krónur ella 7,3 prosent. Tað skrivar Landsbankin í ársfrágreiðingini.
Landskassin skal hava eitt minstagjaldføri, sum er 15 prosent av BTÚ. Í 2024 var tað 3,7 milliardir krónur, og er í 2025 3,975 miliardir. krónur. Minstagjaldførið verður plaserað, so tað gevur eitt hóskandi avkast, men skal eisini vera tøkt, um neyðugt.
Árið 2024 var gott fyri íleggjarar, eins og 2023. Ein sterkur arbeiðsmarknaður og lagaligur peningapolitikkur stuðlaðu búskapinum. Serliga vuksu partabrøvini hjá teimum sjey størstu amerikansku tøknifyritøkunum, teimum sonevndu “Magnificent 7”, nógv. Við árslok áttu tey yvir ein triðing av vøkstrinum í S&P 500 vísitalinum, sum hækkaði við umleið 20 prosent í 2024.
Landskassans virðisbrævaavkast hevur verið gott síðani 2017, uttan í 2018 og 2022. Avkastið sveiggjar frá ári til annað, og í 2022 var tað serliga lágt, sum hálar miðalavkastið niður.
Síðan 2017 hevur miðalavkastið verið 2,4 prosent ella 82 milliónir krónur um árið. Tað er týdningarmikið at hyggja eftir langtíðar miðalavkastinum, tá íløgustrategi skal metast.
Talva 1 – Avkast av gjaldføri landskassans
