Ólavur Ellefsen er framvegis formaður fyri stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hann varð afturvaldur saman við øðrum limum, sum skulu sita í stýrinum frá 1. januar 2025 til 31. desembur 2028.
Landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur havnt sín fyrsta fund við nýggja stýrið, og nývaldu stýrislimarnar hava eisini havt sín fyrsta sínamillum fund.
Í stýrinum eru fólk, sum hava breiðar fakligar og leiðsluroyndir úr tí privata og almenna sektorinum, umframt fólk við granskingingarroyndum.
Limirnir í stýrinum eru ein samanseting av nývaldum og endurvaldum limum.
Í stýrinum eru:
- Ólavur Ellefsen, stjóri í Flowcore (afturval)
Varalimur: Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri á Barnaverkætlanini - Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum
Varalimur: Birita Wardum, býararkitektur í Tórshavnar Kommunu - Anders Bjarklev, rektari á Danmarks Tekniske Universitet (afturval)
Varalimur: Elena D’Amelio, professari í miðlafrøði á universitetinum í San Marino og serfrøðingur í European Higher Education Area - Elaine Munthe, dekanur á Kunnskabssenter for utdanning og professari í pedagogikki á universitetinum í Stavanger (afturval)
Varalimur: Ragnheiður H. Magnúsardóttir, stjóri í Maggar í Íslandi og serfrøðingur í tøkni og íverksetan
Limir og varalimir eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum:
- Annika Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði, Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Varalimur: Sigurd Christiansen, adjunktur í evnafrøði, Náttúruvísindadeildin - Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk í námsfrøði, Námsvísindadeildin
Varalimur: Regin Djurhuus Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk í búskaparfrøði, Søgu og samfelagsdeildin - Harriet Felicia Reistad Dam, lesandi á Náttúruvísindadeildini
Varalimur: Sigmund Zachariassen, lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini
Á myndini frá vinstru: Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, Martin Zachariasen, rektari, Sigurd Christiansen, adjunktur, Ragnheiður H. Magnúsdóttir, stjóri og serfrøðingur í tøkni og íverksetan, Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk, Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, Harriet F. R. Dam, lesandi, Ólavur Ellefsen, stjóri, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Sigmund Zachariasen, lesandi, Annika H. Davidsen, adjunktur, og Regin D. Hammer, ph.d.-vísindastarvsfólk.