Ólavur stýrisformaður fyri Listasavnið

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur útnevnt Ólav Ellefsen sum nýggjan formann í stýrinum fyri Listasavn Føroya.

Ólavur tekur við eftir Niels Christian Nolsøe, ið hevur verið formaður síðan 2013.

Listasavn Føroya er eitt tjóðlistasavn og ein av okkara týðandi mentanarberum.

Heimasíðan hjá Almenna- og mentamálaráðnum skrivar, at við Ólavi fær savnið ein formann, sum hevur bæði viðkomandi førleikar og drúgvar royndir innan bæði privata og almenna geiran. Hann hevur eisiniarbeitt sum íverkseti og formaður í ymiskum nevndum.

Savnið stendur fyri spennandi avbjóðingum og arbeiðir við ætlanum at útbyggja og nútímansgera bygningin, so hann kann lúka krøvini til eitt listasavn í dag.

Listasavnið hevur ríka søgu, sum byrjaði í 1940-árunum, og í dag húsar savnið stóru samlingini av føroyskum listaverkum í verandi bygningi frá 1993.