Tórshavnar Sløkkið boðaði í gjárkvøldið frá, at omanlop er staðfest í Kýrbergi í Hoyvík. Sløkkiliðið mælir í tí sambandi øllum frá at ferðast ella ganga í økinum, tí vandi er fyri nýggjum omanlopum.
Av trygdarávum er økið stongt, og heitt verður á øll at virða avmerkingar og vegleiðingar á staðnum.
Um tit hava spurningar, ella leggja merki til nakað óvanligt í økinum, vinarliga setið tykkum í samband við Tórshavnar Sløkkilið.