Seinnapartin koppaði Polarstjørnan, tá ið hon skuldi á sleipistøð í Klaksvík
Frimodt Rasmussen segði í samrøðu við Kringvarpi, at eingin persónsskaði stóðst av hendingini. Tað er tó enn óvist, hvussu stóran skaða Polarstjørnan hevur fingið. Arbeitt verður við at greina orsøkina og skaðastøðið á skipinum.
Arbeiðsfólk var umborð á Polarstjørnuni, tá ið óhappið hendi, og tey hava fingið í boði at tosa við sálarfrøðing.
Polarstjørnan, sum upprunaliga varð bygd í Norra í 1971 og er gamla Ågot. Polarstjørnan, ið er 417 bruttotons, 37,31 metrar long, 7,47 metrar breið og stingur 6,42 metrar, skuldi upp á beding til viðlíkahaldsarbeiði.