PSG sendi City í stórar trupulleikar í Champions League

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Manchester City er í stórum trupulleikum í Champions League, eftir at teir í gjárkvøldi mistu eina 2-0 leiðslu móti PSG. City misti alt á gólvið og tapti 4-2. Stóri leikarin var Ousmane Dembele hjá PSG.

Jack Grealish skoraði fyrsta málið fyri Manchester City. Erling Haaland økti um leiðsluna. So kom Ousmane Dembele inn og vendi dystinum. Fyrst skoraði hann sjálvur. Síðan javnaði Bradley Barcola, áðrenn Joao Neves skoraði triðja málið hjá PSG. Goncalo Ramos staðfesti sigurin við fjórða málinum hjá PSG.

City má vinna seinasta dystin í stóra bólkaspælinum móti Club Brugge fyri at hava nakra møguleika at koma víðari.


Liverpool og Barcelona tryggjaðu sær fyrrakvøldið víðari lutøku í áttandapartsfinalunum í Champions League. Liverpool vann trygt 2-1 á Lille á heimavølli við málum frá Mohamed Salah og Harvey Elliott. Hetta hevur tryggjað teimum ein framúr góða plássering til komandi umførini.

Barcelona van ein hendingaríkan 5-4 sigur á Benfica. Katalanska stórfelagið var aftanfyri 4-2, tá ið eitt gott korter manglaði. Men við einum ordiligum endaspurti skoraðu Robert Lewandowski, Eric Garcia og Raphinha og tryggju Barcelona pláss í avgerandum dystunum í Champions League.

Real Madrid hevur seinastu dystirnar funnið á rætta lagið, og vann í gjár greiðan sigur móti Salzburg. Rodrygo og Bellingham vóru teir stóru leikararnir í hesum dystinum. Hóast teir ikki eru heilt ovarligaa stigatalvuni, so er eingin orsøk til at útiloka Real Madrid, tí um nakar dugir at spæla Champions League, so eru tað teir kongaligu úr Madrid.

Atletico Madrid vísti enn einaferð stríðsvilja, tá ið teir við tíggju monnum vendu dystinum móti Bayer Leverkusen. Julian Alvarez var høvuðsmaður við tveimum málum, tað seinna í yvirtíðini.

Borussia Dortmund hevur tað trupult fyri tíðina og tapti 2-1 móti Bologna. Hóast teir byrjaðu væl við einum máli frá Serhou Guirassy, so vendi Bologna dystinum. Í gjár varð venjarin hjá Dortmund, Nuri Sahin, sendur til hús.

Skotska stórfelagið Celtic hevur tryggjað sær eitt pláss í avgerandi dystunum eftir ein dramatiskan sigur móti Young Boys.

Í komandi viku verður seinast umfarið í stóra bólkaspælinum í Champions League spælt, og nógv stendur upp á spæl. Flestu liðini uttan Liverpool og Barcelona hava nógv at spæla um. Átta tey ovastu liðini koma beinleiðis víðari til áttandapartsfinalurnar, meðan liðini frá 9. til 24. pláss, skulu spæla móti hvør øðrum, um seinastu átta plássini í áttandapartsfinalunum.


Champions League – Úrslit í 7. umfari

Týsdagin

  • Atalanta – Sturm Graz 5 – 0
  • Monaco – Aston Villa 1 – 0
  • Atlético Madrid – Bayer Leverkusen 2 – 1
  • Benfica – Barcelona 4 – 5
  • Bologna – Borussia Dortmund 2 – 1
  • Club Brugge – Juventus 0 – 0
  • Crvena Zvezda – PSV Eindhoven 2 – 3
  • Liverpool – Lille 2 – 1
  • Slovan Bratislava – Stuttgart 1 – 3

Mikudagin

  • RB Leipzig – Sporting CP 2 – 1
  • Shakhtar Donetsk – Brest 2 – 0
  • Arsenal – Dinamo Zagreb 3 – 0
  • Celtic – Young Boys 1 – 0
  • Feyenoord – Bayern München 3 – 0
  • Milan – Girona 1 – 0
  • Paris Saint-Germain – Manchester City 4 – 2
  • Real Madrid – RB Salzburg 5 – 1
  • Sparta Praha – Inter 0 – 1

Champions League – Stigatalva

KSUTMálStig
1Liverpool770015 – 221
2Barcelona760126 – 1118
3Arsenal751114 – 216
4Inter75118 – 116
5Atlético Madrid750216 – 1115
6Milan750213 – 915
7Atalanta742118 – 414
8Bayer Leverkusen741213 – 713
9Aston Villa74129 – 413
10Monaco741213 – 1013
11Feyenoord741217 – 1513
12Lille741211 – 913
13Brest741210 – 813
14Borussia Dortmund740319 – 1112
15Bayern München740317 – 1112
16Real Madrid740317 – 1212
17Juventus73319 – 512
18Celtic733111 – 1012
19PSV Eindhoven732213 – 1011
20Club Brugge73226 – 811
21Benfica731314 – 1210
22Paris Saint-Germain731310 – 810
23Sporting CP731312 – 1110
24Stuttgart731312 – 1310
25Manchester City722315 – 138
26Dinamo Zagreb722310 – 188
27Shakhtar Donetsk72147 – 137
28Bologna71243 – 85
29Sparta Praha71157 – 194
30RB Leipzig71068 – 143
31Girona71064 – 113
32Crvena Zvezda710612 – 223
33Sturm Graz71064 – 143
34RB Salzburg71064 – 233
35Slovan Bratislava70076 – 240
36Young Boys70073 – 230