Í næstu viku verður aftur eitt av teimum stóru rúsevnismálunum í Føroya rætti. Tað skrivar Kringvarpið. Seks menn eru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju til Føroya í fjør heyst.
Av tí at málið er so stórt, verður rættarfundurin hildin við Tjarnir, tí Dómhúsið í Havn er ov lítið. Rættarmálið er sett á skrá í vikuni eftir páskir, og flaggdagurin verður eisini brúktur.
Sambært ákæruvaldinum var endamálið at selja rúsevnini í Føroyum. Ein av ákærdu kom við hassjinum í bátinum Emelie úr Danmark, sum legði at á Sandi, meðan tveir aðrir gróvu smuglaðu rúsevnini niður í haganum við Kirkjubø.
Menninir eru eisini ákærdir fyri at hava roynt at hvítvaska 1,3 milliónir krónur, sum tollarar funnu goymdar í holrúmum í einum bili á Norrønu. Ein av teimum seks er harumframt ákærdur fyri at lata frá sær 200 gramm av amfetamini í Føroyum í januar í ár.
Allir teir seks ákærdu eru í varðhaldi, tríggir í Mjørkadali og tríggir í Vestre fængsel.