Eitt stórt rættarmál um hvítvasking og smugling verður í Føroya Rætti í dag. Av tí at Dómhúsið eru ov lítil, verða rættarfundirnir hildnir í hølum í høllini við Tjarnir.
Talan er um eitt mál við seks ákærdum, sum allir eru danir millum 22 og 41 ár. Teir eru ákærdir fyri hvítvasking av peningi og smugling av rúsevnum til Føroya, og í hesum sambandi hava Taks og Føroya Politi lagt hald á 1,3 milliónir krónur í reiðum peningi og 18 kg av hassji.
Málið byrjaði í fjør, tá ið Taks steðgaði einum bili á veg umborð á Norrønu. Í bilinum vóru tveir av teimum ákærdu, og pengingur var goymdur í fleiri ymiskum rúmum.
Handtøkan førdi til víðari kanningararbeiði hjá Føroya Politi, sum sama dag førdi til, at tveir aðrir mans vórðu handtiknir nakað omanfyri Kirkjubø. Í hesum sambandi legði politiið hald á 18 kg av hassji.
Dagin eftir varð fimti persónurin í málinum handtikin. Hann var komin til Føroya við seglbáti, sum sambært ákæruni var brúktur at smugla hassjið við.
Fimm av teimum ákærdu hava sitið í varðhaldi síðan oktobur í fjør, meðan tann sætti maðurin varð tikin í januar í ár. Umframt hvítvasking og smugling, er hesin seinasti maðurin eisini ákærdur fyri at hava selt 200 gram av amfetamini.
Viðgerðin í Føroya Rætti fer væntandi at taka fýra dagar.