Fyrireikingarnar at byggja út dagstovnin Alvalon í Sørvági ganga væl. Liðugt er at planera, leiðingar eru lagdar, og fundamentini eru stoypt. Í komandi viku verða fyrstu veggirnir stoyptir. Tað skrivar Articon á heimasíðuni,
Ovaru hæddirnar á bygninginum vera úr timbri. Elementini verða smíðað í høllini hjá ArtiCon á Sundi og eru skjótt klár at seta upp.
Sørvágs kommuna og ArtiCon gjørdu fyrr í hesyt sáttmála at útbyggja dagstovin Alvalon í Sørvági.
Bygningurin verður 24 metrar langur og 10 metrar breiður og skal avhendast í septembur 2025.
Bygningurin verður í tveimum hæddum við lofti. Niðasta hæddin er til umsiting/starvsfólk, har skrivstovur og fundarhøli mynda hæddina. Á miðhæddini eru tvær barnagarðsstovur við umklæðing, bólkarúmi, hvílirúmi, motorikrúmi, sansarúmi og vátrúmun. Á loftinum er hugsavningarstað til børnini.
Ímillum verandi og nýggja bygningin verður høvuðsinngongdin, ið virkar sum bindilið til allar stovurnar á stovninum.
Niðasta hæddin verður úr betong bæði veggir og dekk. Ovara hæddin og tekjan verða gjørd sum timburelementir.
Her eru nakrar myndir, sum Articon hevur lagt á heimasíðuna.



