Rógvi persónligt met – Kiplimo heimsmet

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Rógvi Kárason, ein av okkara bestu langteinarennarum, setti í gjár persónligt met í hálvum marathon í Barcelona. Rógvi kom á mál við tíðini 1 tíma 11 minttir og 38 sekund.

Umstøðurnar at renna vóru góðar, 13 hitastig og eingin vindur. Men Rógvi Kárason føldi seg eitt sindur tungan frá byrjan, og tá er hart at renna 21,1 kilometrar, sigur hann.

Rógvi Kárason var eitt sindur skuffaður beint, tá ið hann kom á mál, tí hann ætlaði at renna skjótari. Kortini frøist hann um, at tíðirnar á øllum teinunum, hann rennir, gerast betri.

Føroyska metið rann Marnar Djurhuus í 2014 við tíðini 1 tíma 8 minuttir og 52 sekund.

Kiploma nýtt heimsmet

Nýtt heimsmet var eisini sett í hálvum marathon í Barcelona í gjár. Jacob Kiplimo úr Uganda kom á mál við tíðini 56 minuttir og 42 sekund. Tað er 48 sekund betri enn gamla metið, og tað er størsti einstaki batin av metinum í hálvmarathon nakrantíð. Hann er eisini tann fyrsti rennarin, at renna teinin skjótari enn 57 minuttir, og hann setti samstundist eisini heimsmet á 15 kilometrum við tíðini 40 minuttir og 7 sekund..

Í kvinnukappingini vann kenyanska Joyciline Jepkosgei við flottu tíðini 1 tíma 4 minuttir og 13 sekund.