Á tingfundi í dag misti, Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi nevndarsessin í uttanlandsnevndini og hon er heldur ikki umboð í Norðurlandaráðnum longur.
Fleiri meta, at orsøkin til tað kann vera, at hon og Erling Ejdesgaard ætlaðu at atkvøða fyri ein missálitið á Ingílín Strøm.
Árni Gregersen hevur tosað við Sirið Stenberg, forkvinnu í Tjóðveldi um støðuna.
Hon sigur, at talan er um eina rokadu , har nakrar smærri broytingar eru gjørdar, og flokkurin brúkar fólkini, har tey eru best.
Liljan Weihe vil ikki gera viðmerkingar um málið í dag.
Lurta eftir samrøðuni við Sirið Stenberg