, ,

Royna at skunda undir dekk­skifti

Skrivað

Búi Tyril

Dagfesting

Dekkverkstøðini fingu úr at gera tá fyrsta hálkan kom herfyri, men enn eru bert ein brotpartur av bilunum skøddir til veturin.

Hvøkkurin eftir ta fyrstu hálkuna legði seg skjótt tá tað vísti seg at blíva tátt aftur beinan vegin, og mong sum ætlaðu at fáa summardekkini skift út til vetrardekk komu ikki longur enn til tankan.

Sambært galdandi kunngerð eru summardekk forboðin frá 1. december til 1. apríl um hálka er, um ikki ketur verða nýttar. Og tað er einans lógligt at brúka píkadekk frá 16. oktober og fram til 14. mai.

Reyni Service hevði opið dekkverkstað nú leygardagin fyri at gera tað so lætt sum møguligt hjá bilførarum at fáa dekkini skift áðrenn hálkan kemur aftur.

Har hava hundraðtals bilar longu skift til lamelldekk, eisini nevnd kavadekk, og ein partur av teimum til píkadekk. Tó er talið á teimum ið brúka píkadekk fallið støðugt tey seinnu árini.

“Tey flestu velja lamelldekk,” sigur Sámal av Reyni, stjóri á Reyni Service. “Píkadekk minkar ár um ár. Tað plagdi at liggja um 50-50 kavadekk og píkadekk. Nú er tað meira 80-20. Annars liggur tað nokkso fast at dekkskiftini fyri tað mesta fara fram millum hálvan oktober og hálvan november.”

Umleið sama mynstur verður váttað á dekkverkstaðnum hja Wenzel. “Nógv tey flestu brúka lamelldekk ídag, og tað er ofta óneyðugt við píkadekkum,” sigur Teitur Johannesen, verkstaðsleiðari. “Men aftur, tað veldst eisini um hvar tú býrt. Summastaðni er verri enn aðrastaðni at koyra um veturin, og har mást tú hava píkadekk.”

“Her vóru nógv og skiftu dekk tá fyrsti kavin kom, men so legði tað seg líkasum. Tað vísir seg at tey flestu vilja útseta tað til síðstu løtu; men tað riggar bara ikki, tí knappliga er kavin har…”

Bíðirøðirnar kunnu blíva stórar, tí sjálvt tey stóru dekkverkstøðini klára ikki meira enn 65-70 bilar um dagin.

“Vit hava jú fleiri túsund bilar í Føroyum, og talið á dekkverkstøðum er ikki meir enn eitt vist,” viðmerkti ein mekanikari á Dekksentrinum. “Her var úr at gera tá tann fyrsti kavin kom, men beint nú er ein slakki.”

Men vit kunnu vera vís í at so skjótt koyrilíkindini versna, so vaksa eisini køirnar hjá verkstøðunum.