Leygardagin 15. februar skipar Eiðis kommuna, saman við øllum ítróttarfeløgum og øðrum í kommununi, fyri einum spennandi og stuttligum hugnadegi í ítróttahøllini. Ítróttarfeløgini vísa fram sítt virksemi og børn og vaksin sleppa at luttaka í hesum.
Høvið verður at royna seg í fótbólti, hondbólti, dart, talvi og rógving.
Á skránni verða eisini postarenning, sangframførsla, ymisk spøl, skemt, og dansifelagið á Látrinum skipar fyri føroyskum barnadansi. Umframt hetta verður kaffi og køka at fáa.
Eftir tiltakið verður felagsdøgurði í ítróttarhøllini, har undirhald og kappingar av ymsum slag eisini verða á skránni.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hendan hugnaliga og skemtiliga dag. Eiðis kommuna kemur við meira kunning um skránna fyri tiltakið seinni.