Árni Frederiksberg úr KÍ er aftur á landsliðnum eftir seks ár. Hann sigur, at tað er serligt at spæla fyri Føroyar og greiðir frá, at nú nýggja venjaratoymið gav honum møguleikan, valdi hann at taka av.
Árni heldur, at samanhaldið í hópinum er gott, og venjingarnar hava verið góðar. Nú er fokus á fyrireiking til dystin leygarkvøldið, og við søguliga vánaligu úrslitunum móti Kekkia í huga, ber næstan bara til at gera tað betri.
Árni vónar at fáa nakrar minuttir á vøllinum og er klárur, um venjarin heitir á hann.
Lurta eftir allar isamrøðuni, sum Trygvi Absalonsen gjørdi við Árna Frederiksberg, niðanfyri.