Ein bóltur rak á land á Sandi
Søgan sigur, at ein fótbóltur skolaði upp á land í Søltuvík nøkur ár eftir, at TB varð stovnað (í 1892). Hann kann verða mistur fyri borð av onkrum ferðamannaguvuskipi vestan fyri Føroyar. Á Sandoynni tveittu tey fremmandu bløðruna aftur til havs, tí tey bóru ótta fyri, at hon fór at bresta, men hon rak aftur at landi hvørja ferð. Hetta var fytrsti fótbólturin heima á Sandi.
Fótbóltsdystur á Lützenstrøð í 1903
Fyrsti fótbóltsdystur í Havn var í august 1903. Hann var á Lützenstrøð, og tað var eitt ógvuliga blandað lið, sum royndi seg. Har vóru løgtingsmenn við stórum búki og føroyskum spenniskóm og hálvvaksnir dreingir í klássum, svartaskóm og stuttbuksum. Bólturin var læntur heiman av Sandi.
Tá slagið var av, vóru fáir, ið ikki høvdu fingið onkran løst. Brún eygu vóru vorðin blá, og skeinur og skøvur sóust víða hvar. Ringast vóru løgtingsmenninir farnir. So meint hevði “kampurin” tikið teimum, at løgtingið noyddist at halda frí dagin eftir, tí fleiri limir høvdu boðað frá forfalli.
M. A. Winther íbirtari
Mads Andrias Winther (1871-1923) var heimasandsmaður og birti uppundir at fáa bæði sínar bygdarmenn og havnarmenn at spæla fótbólt. Mads Andrias, sum heimasandsmenn róptu Andrias og havnarmenn róptu Mads hevði nógv almenn áhugamál. Hann fyrireikaði saman við øðrum fyrsta fólkafund í Føroyum á Sandi í 1894, og á einum fólkafundi 10 ár seinni aftur á Sandi eggjaði hann fólki til at spæla fótbólt. Fundurin endaði sera hóskandi við einum fótbóltsdysti.
Áskoðararnir vóru heilt nógvir til henda søguliga dyst. Tvørámenn og vágbingar vóru í parti, tó styrktir við tveimum sandingum og einum havnarmanni. Hinir vóru allir sandingar, ella sum Dimmalætting skrivaði: limir í Sands Fótbóltsfelag.
Í 1904 høvdu heimasandsmenn longu spælt fótbólt í eini tvey ár, so tað er sannlíkt, at Sands Fótbóltsfelag varð stovnað í 1902. Eftir fólkafundin á sumri í 1904 varð Skálavíkar Fótbóltsfelag sett á stovn. Tá høvdu skoytararnir í Havnar Ítróttarfelag á fundi tann 16. desember 1903 havt ynski um at víðka virksemið til at umfata fótbóltsspæl og útvega ein vøll at spæla á. M. A. Winther var sjálvandi valdur í starvsnevndina og gjørdist fyrsti formaður Havnar Bóltfelags í 1904.
Fyrsti fótbóltsdystur millum tvey feløg
Á páskum 1905 (22. apríl) høvdu sandoyingar bjóðað HB av, visti Dimmalætting at siga, og við 18 monnum fór havnarfelagið við motorbáti um Skopunarfjørð, og gingið varð heim á Sand. Sandoyarspark var tiltikið í Havn eftir hendan fyrsta dystin. Ja, teir kundu spæla bóltin uppum og afturum seg. Sandoyingar høvdu tá spælt fótbólt í eini trý ár. Málmaðurin hjá HB, 15-ára gamli Jens L. Hansen í Funningsstovu, spældi í vøttum og sandoyingar ynsktu hann at fara úr teimum. Hildið varð, at gandur var í vøttunum.
Tað vísti seg skjótt, at heimasandsmenninir vóru komnir betur á lagið enn havnarmenninir. Men havnarmenn stríddust manniliga manniliga, og tað leið móti endanum av øðrum málskifti, áðrenn tað eydnaðist heimasandsmonnum at fáa bóltin í mál. Dysturin endaði sostatt 1-0 til Sands Fótbóltsfelag.
Hóast havnarmenn vóru undirbornir í blíðskapi eftir dystin, komdu teir sær ikki at bjóða sandingum til Havnar at spæla, tí eingin fløta var í Havnini um hetta mundið, sum kundi javnmetast við tær, sum sandingar høvdu at spæla á.
Sands-liðið kann hava verið mannað við m.ø. Jógvan Winther, Edward Hjalt, Jóan Petur Sandoy (í Skemmuni), Gunnar Winther og Rólant Vidtfeldt (í Búðini).
Næsti dysturin í Miðvági
Heimasandsmenn fóru kortini av oynni at spæla hetta summarið. Sunnudagin 22. juli 1905 vóru teir vesturi í Miðvági og spældu móti miðvingum á sandinum.
Fótbóltspresturin, Carl Johansen, hevði kirkjugongd í Sandavági, meðan 2 komu úr Vestmanna og 4 vóru til jarðarferð, tí leið klokkuni at seks á kvøldi, áðrenn dysturin byrjaði. Ólukkutíð fløddi upp á sandin, meðan spælt varð. Úrslitið var, at summir annaðhvørt runnu í sjógvi upp undir øklar ella fløktust í uppskolaðum tara. Miðvingar vunnu henda margháttliga dystin 2-1, men tað var eisini triði ella fjórði dysturin hjá miðvingum (harímillum ein ímóti SÍ).
Lítið virksemi fram til fyrra heimsbardaga
Frá 1907 var tøgn í nógv ár og triði skrásetti dysturin var ikki fyrr enn í 1939, tá sørvingar komu heim á Sand við Hamraberg. Dysturin endaði 4-4.
Tann 21. september 1941 vitjaði B36 og gestirnir vunnu dystin 4-1, har teir fingu 3 mál upp á brotsspørk.
Fyrsti landskappingardystur í 1943
Sands ítróttarfelag, Sand, luttók ikki fyrsta árið, tá landskappingin fór av bakkastokki í 1942, men árið eftir høvdu teir meldað lið til, har teir møttu B36 fyrra dystin heima á Sandi sunnudagin 20. juni. Ártalsfelagið úr Havn vann 6-1 eftir at hava ført 3-1 í steðginum.
Sandsliðið kann hava verið mannað nakað soleiðis: Hanus Clementsen hjá Hanusar Klæminti, Steinbjørn Mortensen hjá Mariu, Kristian Olsen hjá Lítlanum, Niels Petersen á Reynatúgvu hjá Gamla Pól, Poul Joensen í Búðini, Torleif Davidsen, Antines Clementsen hjá Kolbjørn, Poul Rasmussen hjá Stinu, Frits Nicodemussen (málmaður), Rasmus Poulsen í Soylu og Mikal Poulsen í Soylu.
Sands Ítróttarfelag møtti ikki til seinna dystin, sum skuldi spælast 25. juli í Havn.
Aftur øskukalt í trý áratíggju
Síðst í 1960-árunum varð spældur nógvur fótbóltur niðrii á Sandinum. Oftast millum skopuningar og sandingar. Hesir fótbóltssunnudagar kunnu av røttum sigast at vera grundarsteinurin undir Sands Ítróttarfelag, ið varð stovnað nýggjársdag 1970.
Stovnandi aðalfundurin hjá fótbóltsfelagnum suðri á Sandi var tann 1. Januar 1970. Fimm ungir menn tóku stig til hendan fundin. Teir vóru: Jógvan Nicodemussen, Niels J. Petersen (á Reynatúgvu), J. P. Hentze (Skarði), Ragnar Fossdalsá og Klæmint Nicodemussen. Á hesum fyrsta fundinum vóru umleið 30 fólk møtt. Samtykt varð, at felagið skuldi stovnast, og síðan varð gingið hús úr húsi at tekna limir. 150 gjørdust limir beinanvegin.
Tá felagið varð stovnað, var eingin vøllur til taks, men í sambandi við gerð av Meginskúlanum varð vøllur gjørdur samstundis. Vøllurin Inni á Dal varð tikin í nýtslu tann 30. august 1970 við dysti millum B36 og HB.
Felagið gjørdist beinanvegin limur í FSF og spældi tað fyrsta árið undir navninum Sand. Í 1971 var fyrsta árið, har Sands Ítróttarfelag luttók í landskappingini. Liðini tá vóru piltarnir og meðaldeildin, men av tí, at leikararnir komu aðrastaðni frá enn heima av Sandi, varð avgjørt at skifta navn til B71, so kundu allir kenna seg eins væl heima í felagnum.
Ta fyrstu tíðina var tað Andrass Mikkelsen, ið legði lag á. Hann var lærari í oynni, og hevði spælt bæði á 1. deild hjá KÍ og B36. Eisini hevði hann verið á landsliðnum í 1967, so sandoyingar sóu nakað stórt í honum.
Tann fyrsta sigurin vunnu sandoyingar móti VB suðuri í Vági. Annars gekk árið hampuligt, tí liðið endaðu í miðjuni. Í 1972 spældu dreingjalið, 2 piltalið og eitt meðaldeildarlið fyri B71 í kappingini. Longu í 1972 eydnaðist dreingjaliðnum hjá B71 at koma í finaluna í landskappingini.
Í 1978 varð B71 flutt niður í 3. deild, tá hendan deildin byrjaði, men tað gjørdist eisini startskotið til eina heilt serliga fótbóltssøgu, sum flestu kanska kenna.
Til lukku við teimum fyrstu 55-árunum!
Keldur:
Teir reystastu dreingir í norðum (Suni Merkistein)
Havnarmenn í Gundadali (Jógvan Arge)
Ymisk bløð á tidarrit.fo