Sannførandi KÍ sendi Víking úr meistarastríðnum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Betrideildin menn
KÍ – Víkingur 2-0 (1-0)

KÍ er í løtuni helst besta boðið upp á ein komandi føroyameistara saman við NSÍ. Í kvøld vann KÍ ein greiðan sigur móti verandi meistarunum úr Víkingi, og nú er KÍ 13 stig frammanfyri Víking, sum longu má sigast at vera út úr meistarastríðnum 2025.

Hóast stjørnuleikarin hjá KÍ, Árni Frederiksberg, ikki var við orsaka av leikbannið, so var KÍ nógv betri enn Víkingur allan dystin.

Tá ið 28 minuttir vóru spældir sendi Patrrik Johannesen eitt gott hornaspark úr vinstru síðu tvørtur um málið, og við handaru stong setti Páll Klettskarð bóltin hegnisliga í málið.

Víkingur royndi seg í einstøkum førum fram eftir vølli, og Jákup Johansen hevði tveir góðar møguleikar at skalla bóltin í málið, og serliga við fyrra møguleikanum átti hann, at havt javnað.

Í seinna hálveiki sat KÍ á øllum, og Víkingur hevði valla nakran møguleika. Hinvegin rakti KÍ minst tríggjar ferðir málrammuna, og tá ið átta minuttir vóru eftir vann Patrik Johannesen ein rennidyst við Atla Gregersen til høgru fyri málið og sendi bóltin úr spískum í málið við einum hørðum fløtum skoti. Í fjør hevði Bárður á Reynatrøð helst bjargað, men higartil hevur hetta ikki verið kappingarárið hjá Víkingi, sum kann enda á aftasta plássi í morgin, um 07 Vestur vinnur móti FC Suðuroy í Sørvági.

KÍ hevur tveir teir seinastu dystirnar móti HB í steypakappingini og móti Víkingi í kvøld verið sannførandi. Teir tykjast munandi sterkari kropsliga enn mótstøðuliðini, og fleiri leikarar síggju út til verður væl fyri.

Í kvøld var Patrik Johannesen góður. Tað sama var John Johannesen, sum langt um leingi spælir aftur, eftir nógvar skaðar seinastu árini. Á miðjuni spælir liðskiparin Jákup Andreasen seg stútt og støðugt upp aftur eftir drúgvan skaða, og hvørki miðvøllurin hjá HB ella KÍ megnaði at standa Jákupi Andreasen kurl.

Nevnast kunnu eisini Páll Klettskarð, sum altíð skorar, og so Jóannes Kalsø Danilesen, sum man vera ein tann mestu støðugi leikarin í føroyskum fótbólti tey seinastu mongu árini. Í kvøld var hann snøgt sagt framúr, og tað var hann eisini móti HB.

Eitt annað sum eyðkendi dystin í kvøld vóru nógvir kontantir nærdystir og nógv gul kort. Dómarin Dagfinn Forná stríddist við at halda javnvágina millum at halda dystin koyrandi og at geva gul kort, so dysturin ikki gjørdist ov harðligur. Tað eydnaðist hampiliga væl, hóast okkurt gult kort kundið verið givið afturat.


Betrideildin menn
KÍ – Víkingur 2-0 (1-0)