Løgmálaráðið boðar frá at tað fer at lata 250.000 krónur til Reyða Kross Føroya sum ískoyti til aðrar 250.000 sum Reyði Krossur Føroya er í ferð við at lata í neyðhálp til Libanon.
“Versnandi ófriður millum Ísrael og Libanon hevur ført við sær stóra fólkaflyting í Libanon,” staðfestir Løgmálaráðið.
“Talan er bæði um libanesisk sivilfólk sum rýma frá heimstaðnum, og um palestinsk flóttafólk sum rýma frá flóttafólkalegum í syðra Libanon. 100 heilsumiðstøðir, seks sjúkrahús og 28 vatnverk í økinum eru stongd, sum hevur lagt undirstøðukervið, heilsuverkið og ambulansutænasturnar undir størri trýst. Ófriðurin hevur eisini ført við sær at umframt neyðhjálp og heilsuhjálp, er eisini stórur tørvur á sálarligari og sosialari hjálp av ymsum slag.”
“Løgmálaráðið letur 250.000 krónur til Reyða Kross Føroya, sum tilsamans stuðlar neyðhjálpararbeiðnum hjá libanesiska Reyða Krossi við hálvari millión krónum,” verður víðari upplýst.
“Stuðulin fer til neyðsynjarvørur sum skjól, drekkivatn og reinførislutir og til lívbjargandi heilsutænastur, ambulansutænastur og sálarligan stuðul.”