Sev byggir heima á Sandi

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sev byggir nýggja koplings- og battarístøð á Sandi. Bygningurin verður bygdur í einum grótbroti við innkoyringina til Sands

Støðin verður ein týdningarmikil partur av orkukervinum hjá Sev og skal knýta saman elkervið frá Húshaga í Havn, gjøgnum Sandoyartunnilin, og við tíðini heilt til Suðuroyar, har orkutørvurin er vaksandi.

Kaðalin er longu lagdur eitt gott petti við grevstri úr Traðardali til Sands. Arbeiðið heldur fram, og J&K Petersen leggur eisini kaðal til Skálavíkar fyri at veita streym til stóru smoltstøðina hjá Bakkafrosti.

Bygningurin, sum er teknaður av Brim Arkitektum, verður bygdur í grótbrotið, soleiðis at hann fellur væl inn í umhvørvið. Fleiri fyritøkur hava ábyrgd av byggingini, harímillum Norcon betong & timbur og ELFO.

Verkætlanin er eitt stórt stig hjá Sev í ætlanini um at veita støðugan og tryggan streym til tørvin, bæði í Sandoynni og Suðuroynni, har vinnulívið eisini krevur meira orku.

Jón Nielsen, deildarstjóri hjá Sev, sigur, at nú vita vit ikki, hvussu nær ein Suðuroyartunnil er, men eg trúgvi, at fáa vit ikki ein kaðal suður gjøgnum ein komandi tunnil tey næstu árini, verður helst neyðugt at leggja ein sjókaðal í Suðuroynna.