Stjórin á SEV, Hákun Djurhuus, metir orkuætlanina Eysturlund ikki at vera í stríð við virksemið hjá SEV, samstundis sum hann mælir til tillagingar í galdandi lógar- og regluverki.
“Treytað av at ætlanin er sum hon er lýst, har talan er um eina orkuverkætlan sum ikki órógvar elmarknaðin hjá SEV, so eigur hatta ikki at vera ein trupulleiki,” segði Hákun Djurhuus við FM1.
“Eisini má talan til dømis vera um at framleiða og avtaka somu mongd av streymi – at líka nógv fer inn sum fer út. Og sjálvandi má framleiðarin eisini gjalda fyri flutningin av streyminum” millum Lambavík og Fuglafjørð.
Hákun Djurhuus vísti í hesum viðfangi til eitt notat í sambandi við viðgerðina av orkulóggávuni, har hann millum annað segði við Rættarnevndina:“Tað sum skal til er at oljurikin orkunýtsla kann umskipast til ‘nýggja’ elnýtslu, ið ikki ger seg inn á tann verandi elmarknaðin.”
“Fyri at koma í gongd er neyðugt við einari orðing í elveitingarlógini, sum gevur møguleika at gagnnýta avlopsorku frá vindmyllum, og uttan at hetta ger seg inn á tann verandi elmarknaðin,” segði SEV stjórin víðari í notatinum.
“Í hesum sambandi er umráðandi at ásett verður hvat hendan avlopsorkan kann brúkast til.”
Meira nýliga segði Hákun Djurhuus við útvarpið hjá Kringvarpinum at tað eigur at bera til hjá Effo at knýta Eysturlund upp í netið hjá SEV.
“Tað er altíð keðiligt at steðga góðum tonkum og projektum og sovorðið, so eg vildi mælt til at man royndi at fáa hetta her at rigga,” segði stjórin við KvF.
Ábendingar eru um at Elveitingareftirlitið á Umhvørvisstovuni fer ikki at geva loyvi at byggja Eysturlund, vísandi til at SEV sambært elveitingarlógina hevur einkarrætt til netið.
Men, segði Hákun Djurhuus, “vit hava faktiskt sagt bæði við [Effo] og við Elveitingareftirlitið at tað er eingin trupulleiki at hetta verður ein partur av elnetinum hjá SEV. Men vissi lógin forðar tí, so mugu onnur til at arbeiða við tí fyri at fáa tað at rigga.”
“Teir vilja framleiða og brúka sítt, sína framleiðslu,” legði Hákun Djurhuus afturat. “Tað ber eisini væl til at gera tað. Vit siga, fínt, vit kunnu gott flyta tað til Fuglafjarðar, og tað hava vit sagt at tað eru vit opin yvirfyri.”
Sambært Gunnar Nielsen, stjóra, hevði Effo mikudagin enn ikki fingið svar frá Umhvørvisstovuni upp á umsókn um loyvi at byggja Eysturlund.
Samstundis arbeiðir ein serfrøðingabólkur í løtuni við einum tilmæli um grøna orku fyri orkutungar fyritøkur, eitt tilmæli sum sambært landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Margit Stórá, væntandi verður klárt í desember.