Fyrsta FM-finala í Polestardeildini
SÍ – Mjølnir 3-1 (25-23, 13-25, 25-23, 26.24)
Eftir at SÍ vann fyrsta settið 25-23, var tað Mjølnir, sum var greitt omaná í øðrum setti og vann heili 13-25.
Eisini í triðja setti var Mjølnir omaná og førdi bæði 17-22 og 19-23. Men so frysti Mjølnir, og SÍ vendi settinum og vann 25-24.
Í fjórða setti var søgan tanna sama. Eftir at liðini skiftust eitt sindur um at vera framman fyri, kom Mjølnir fram um 18-22 og 19-23. Kortini eydnaðist aftur hesaferð SÍ at venda settinum og vinna 26-24.
Harvið vann SÍ fyrsta FM-finaludystin í Polestardeildin 3-1.
2. FM-finala: Mjølnir – SÍ
Fríggjadagin 21. mars klokkan 19.30 í Badmintonhøllini í Klaksvík
Vinnur SÍ, so er SÍ Føroyameistari.
Vinnur Mjølnir seinni finaluna, sama hvat settmunurin er, verður triði og avgerandi finaludysturin spældur á Giljanesi. Dagfesting verður ásett seinni.