, ,

Silver League er í gongd!

Skrivað

wplunnar

Dagfesting

Føroyar – Montenegro 0-3 (9-25, 7-25, 20-25)

Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti er nú í gongd við sína fyrstu Silver League kapping nakrantíð. Fyrsti dysturin varð leiktur í høllini á Hálsi í kvøld, har føroysku kvinnurnar taptu 0-3 ímóti einum sterkum liðið frá Montenegro.

Byrjanin var ikki góð, men síðani  leiktu føroysku kvinnurnar seg upp og spældu upp ímóti Montenegro í 3. settinum. Í byrjanini av dystinum sá út til, at føroyska liðið manglaði dystarvenjing, nakað sum eisini er veruleiki. Liðið hevur vant upp til Silver League kappingina, men hevur ikki leikt nakran venjingardyst.

Seks bilar hava mist pláturnar í nátt

Til samanberingar, hevur liðið frá Montenegro leikt tveir venjingardystir stutt undan ferðini til Føroyar. Hesir dystirnir vóru ímóti Bosnia og Hersegovina. Bosnia og Hersegovina er styrkismett sum nr. 16 í Evropa – 11 pláss frammanfyri Montenegro – men hóast tað vann Montenegro  dytirnar ímóti Bosnia og Hersegovina.

Munurin á liðunum var greiður í 1. og 2. settið, har føroysku kvinnurnar ikki funnu fram dygdir sínar ímóti einum sterkum mótstøðuliðið við høgum leikarum. 3. settið var tó øðrvísi, har føroyska liðið var frammanfyri part av settinum, sum tó endaði 20-25.

3. settið ber boð um, at nakrir spennandi dystir kunnu vera í væntu fyri føroysku kvinnurnar, sum skulu í eldin aftur longu mikudagin 31. maiímóti Georgia. Georgia er styrkismett sum nr. 34 í Evropa, eitt pláss frammanfyri Føroyar.

Annars er Silver League flogbóltur aftur í høllini á Hálsi longu mánadagin, tá mennirnir leika ímóti Kýpros.