Sjálvtøkur betra atgongd til handkeypsheilivág

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Fyri at betra um atgongdina at keypa handkeypsheilivág, verða tríggjar nýggjar sjálvtøkur at keypa handkeypsheilivág settar upp í vár. Sjálvtøkurnar verða settar upp í Vágum, Klaksvík og Runavík.

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, sigur, at hetta skal tryggja javnbjóðis atgongd til handkeypsheilivág í Føroyum. Hon sigur, at við fleiri sjálvtøkum kring landið, hava viðskiftafólk atgongd til handkeypsheilivág frá apotekinum allar tíðir á døgninum alt árið.

Fyrsta sjálvtøkan varð tikin í nýtslu í fjør og hevur verið eitt gott royndarverk. Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar yvir 18 ár kunnu keypa í teimum.

Apoteksverkið fer framhaldandi at arbeiða við at betra tænasturnar og meta um tørvin á fleiri sjálvtøkum í framtíðini.