Tingfundur er í dag klokkan 13.00.
Á skránni er millum annað 1. viðgerð av fýra uppskotum um landbúnað. Hesi uppskot verða viðgjørd undir einum.
Eisini verða nógv umtalaðu broytingarnar í Sjófeingislógini til 1. viðgerðar
Tingfundur
Dagsskráin, týsdagur, 18. mars 2025, klokkan 13.00
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, leggur fram frágreiðing til aðalorðaskiftis um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk
- viðgerð av uppskoti til samtyktar um landbúnaðarpolitikkin 2025-2035. Málið verður beint í Vinnunevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um landbúnaðarstuðul. Málið verður beint í Vinnunevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn (Broyttar reglur um stuðul til landbúnað og landbúnaðarframleiðslu og lógartøkniligar og málsligar broytingar og nágreiningar). Málið verður beint í Vinnunevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð (Landsjørð skal tinglýsast við serligum frámerki, festitreytirnar verða broyttar, undir hesum fráfaringaraldur, feløg fáa heimild at upptaka lán, heimild Búnaðarstovunnar at selja landsjørð til m.a. almannagagnlig endamál, grundstykkir o.a. verður nágreinað, ásett verður, at jørð kann leggjast inn fyri jørð, sum er seld ella leigað burturav festi, og greiðari reglur um, hvussu missur fyri sølu og leigu verður endurbøttur, umframt lógartøkniligar og málsligar broytingar og rættingar). Málið verður beint í Vinnunevndina.
Hesi fýra málini um landbúnað verða viðgjørd undir einum og beind í Vinnunevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um P/F Visit Faroe Islands (Nevndin verður víðkað o.a.). Málið verður beint í Vinnunevndina.
- viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin) (Ognarviðurskifti, miðsavning, javnseting, økt tilfeingi og landingartreytir).Málið verður beint í Vinnunevndina.
Framløga