Sjóvarfallið kann hjálpa flogførum at lenda í Vágum

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Veðurstova Føroya skrivar í forvitnisligari grein, um hvønn týdning veðurforsagnirnar hava, tá ið flogfør skulu lenda í Føroyum.

Nágreiniligar veðurupplýsingar hava stóran týdning, um tað ber til at lenda í Føroyum, og hava ofta verið avgerandi munurin, um flogfarið er lent, ella er farið til Íslands ella Noregs at bíða.

Tað er fleiri viðurskifti, sum hædd skal takast fyri, tá ið flogið verður til Føroya, so sum ætt, vindstyrki og sýni.

Síðan Atlantic Airways fór at flúgva í mars 1988, hevur flogmanningin savnað vitan um, hvussu veðrið ávirkar flúgvingina.

Avgerðir um at flúgva verða tiknar á breiðum vitanargrundarlagi, og ein ferð úr Danmark til Føroya, har sum ikki er lendandi í Vágum fyri mjørka, er sera kostnaðarmikil fyri felagið.

Um summarið kunnu lágtrýst vestan fyri Føroyar elva til mjørka millum hita- og kuldabrúgvar, sum ger tað torført hjá flogførum at lenda.

Eitt dømi er frá 9. Juli 1999, tá eitt lágtrýst millum Ísland og Grønland gjørdi, at flogfarið mátti bíða, til klárari veður var í Vágum. Flogskiparar brúktu veðurkort fyri at áseta fráferðina, sum varð sett eftir, nær kuldabrúgvin fór fram við Akrabergi og seinni fram við Vágum.

Men tað er ikki altíð so lætt at spáa um veðrið, tí viðhvørt er liggjandi góðveður við lítlum vindi í 6-7 vikur.

Í slíkum umstøðum kann sjóvarfallið hjálpa flogførunum at lenda, tí ávís tíðarskeið kann sjóvarfallið í Mykinesfirði fá mjørkan at lætta.

Flogførini hjá Atlantic Airways hava altíð upplýsingar um eystfals- og vestfalskyrrindi við umborð. Tað hevur ofta verið munurin á, um flogfarið kann lenda ella má venda við.