Eftir úrslitini í fjórðingsfinaluni í Nations League í gjár gjørdist greitt, at Robert Prosinečki nú skal møta í eini nýggjari og serligari HM-avbjóðing sum venjari. Kroatiski úrmælingurin stjórnar nú Montenegro, sum skal dystast ímóti hansara fyrrverandi landsliði í undankappingini til HM 2026.
Robert Prosinečki er annars føddur 29. januar 1969 í Vesturtýsklandi. Faðirin var kroatiskur gestaarbeiðari har, meðan mamman hevði serbisk ættarbond. Í 1979 flutti familjan aftur til gamla Jugoslavia.
Robert Prosinečki er einasti leikari í fótbóltssøguni, sum hevur skorað mál fyri tvey ymisk fótbóltssambond í HM-endaspølum: Jugoslavia móti Sameindu emirríkini í Italia í 1990 og Kroatia móti bæði Jamaica og Hollandi í Fraklandi átta ár seinni.
Robert Prosinečki spældi 15 dystir fyri gamla Jugoslavia í 1989-1991 og skoraði 4 mál. Í kroatiskari troyggju spældi hann 49 dystir og skoraði 10 ferðir millum 1994 og 2002.
56 ára gamli venjarin hevur áður starvast hjá Aserbadjan (2014-2017) og Bosnia (2018-2019) umframt, at hann var hjálparvenjari hjá Kroatia árini 2006-2010. Tað er fyrrverandi Jugoslavia og Crvena Zvezda (Reyða Stjørna) liðfelagin, Dejan Savićević, núverandi forsetin í montenegriska fótbóltssambandinum, sum hevur bjóðað honum starvið.