Í morgun varð ein maður handtikin í Norðdepli eftir at hava skotið við byrsu. Løgreglan fekk fráboðan um, at ein fullur maður gekk runt í bygdini og skeyt upp í luftina.
Eftir at politiið kom á staðið, skeyt hann eitt skot aftrat, men legði síðan byrsuna frá sær. Maðurin varð handtikin uttan mótstøðu og er nú í varðhaldi, meðan løgreglan kannar málið og avhoyrir vitni.
Enn er ikki greitt, hvørjar skuldsetingar hann kann væntast at fáa. Tað er ikki staðfest, at hann hevur hótt fólk ella skotið eftir húsum.