Skjølini um morðið á Kennedy leysgivin

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Amerikanska tjóðskjalasavnið hevur leysgivið øll skjøl um morðið á John F. Kennedy.

Tað hendir eftir, at forsetin, Donald Trump, áður hevur sagt, at 80.000 síður av skjølum um morði skuldu leysgevast.

Skjølini eru tøk á heimasíðuni hjá amerikanska tjóðskjalasavninum.

John F. Kennedy, sum var forseti í USA, varð skotin til deyðis í Dallas, Texas, tann 22. novembur í 1963, meðan hann sat í einum opnum bili saman við konuni, Jacqueline Kennedy .

24 ára gamli Lee Harvey Oswald varð handtikin og ákærdur fyri drápið. Men áðrenn Lee Harvey Oswald fekk møguleika at greiða frá, varð hann eisini dripin. Hetta førdi til nógv høvuðbrýggj og nógvar samansvørjingar, um hvat veruliga hendi.

Søgufrøðingar hava í fleiri ár bíðað eftir at skjølini verður leysgivin, tí teir hava væntað, at nýggjar upplýsingar koma fram í málinum. Kortini er ikki greitt, um nýggju skjølini fara at gera tað lættari at fáa ein felags fatan av, hvat í veruleikanum hendi.