Partrolarin Skoraberg úr Klaksvík fór í nátt á land sunnanfyri Syðradal á Kalsoynni. Fráboðan kom til MRCC klokkan 03:28. Manningin taldi sjey mans. Allir menninir eru fluttir í land.
Elias Zachariassen, skipari á Brimli, sigur við útvarpið, at ongin hol er staðfest á skrokkinum. Ziska og Brimil eru á staðnum og bíða eftir, at tað fer at fløða um middagsleitið. Ætlanin er tá at royna at toga Skoraberg leyst aftur.
Hendingin verður enn kannað, og avgerðir verða tiknar í samráð við tryggingarfólk og aðrar viðkomandi partar. Skoraberg stendur enn á Nestanga sunnanfyri Syðradal, har skipið liggur á síðuni.
Mynd: Norðlýsið
