Sunnudagin klokkan 15.00 letur skoytubreytin í Klaksvík upp.
Klaksvíkar kommuna skrivar soleiðis á heimasíðu síni:
– Nú er tað nokkso kalt, ha? So nú man fara at bera til. Vit gleða okkum so nógv. Kenna tit onkran, sum longi hevur glett seg til at skoyta? Fortel teimum hetta
Skoytubreytin er opin hesar tíðir
- Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
- Leygardag: 10.00 – 20.00
- Sunnudag: 15.00 – 20.00
Skoytubreytin í Klaksvík lat fyrstu ferð upp veturin 2019/2020, og hevur seinnu árini verið einasta skoytubreytin í landinum, eftir at Havnin ikki hevur havt nakra skoytubreyt í nøkur ár.