Skúlaleikir nú eisini í 7. flokki

Skrivað

Rói Joensen

Dagfesting

Sum nakað nýtt í ár eru allir 7. flokkar í landinum bjóðaðir til Skúlaleikir í Gundadali fríggjadagin. Knapt 600 næmingar verða við.

Tiltakið snýr seg um rørslugleði og felagsskap, har næmingarnir bæði fáa eina stuttliga og avbjóðandi uppliving og verða samansjóða sum flokkur. Við spennandi avbjóðingum og nógvari rørslu verður hetta ein dagur við góðum lag og lívsjáttan!

Sum eitt stuttligt innslag hava Skúlaleikir lokkað Djóna Joensen, Eirik Í Jákupsstovu, Elsu Berg, Elin Heðinsdóttir, Petur Mittún og fleiri at stovna eitt lið, sum skal gera somu ítróttaavbjóðingar sum børnini. Til dømis: taekwondo, politiroynd ella klintring.


74 prosent av ítróttalærarunum siga, at við Skúlaleikum hava tey upplivað eina økta motivatión millum næmingarnar. Og omanfyri 90 prosent av skúlaflokkum kring landið, sum hava fingið møguleikan, eru aftur tilmeldaðir Skúlaleikum í ár.

Góðu afturmeldingarnar og ein nýggj stuðulsavtala við Nordeagrunnin hava givið Skúlaleikum møguleika møguleikan at víðka átakið til eisini at fevna um hádeild.

7. flokkarnir verða við longu hetta skúlaárið, og um hetta eydnast væl, er ætlanin at víðka til 8.- og 9. flokkarnar eisini. Harumframt fáa 10. flokkarnir høvið at vera við sum sjálvboðin til stóra Skúlaítróttadagin.

Endamálið við Skúlaleikum fyri 7. flokkar er framhaldandi at kveikja til rørslu og skapa felagsskap bæði í og millum flokkar.

(Mynd: Rói Joensen)